|
|
Við heimild í §§ 11, 12 og 13 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum verður ásett:
Fiskiskip og handilsskip
Sjóvinnubrøv til brúgvayvirmenn við handilsskipum
§ 4. Umframt tey serligu krøv fyri at fáa vinnubræv, sum nevnd eru undir hvørjum einstøkum vinnubrævi krevst, at viðkomandi:
| 1) |
hevur fingið ta kravdu siglingartíðina í dekstænastu, sum skipsatstøðari ella sum stýrimansnæmingur við havfarandi handilsskipum, sum eru til støddar 20 bruttotons ella meiri, |
| 2) |
hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til, |
| 3) |
hevur staðið góðkenda sjónar- og hoyrnaroynd, |
| 4) |
er myndugur og ikki undir verjumáli, og |
| 5) |
hevur staðið ta próvtøku ella roynd, sum krevst fyri at fáa tað ávísa vinnubrævið í seinasta lagi 5 ár undan tí degi, at vinnubrævið verður útskrivað soleiðis: |
|
Dugnaskaparbræv í sigling við handilsskipum
|
Dugnaskaparroynd í sigling
|
|
Stýrimaður á 4. stigi við handilsskipum
|
Heimaskiparaprógv
|
|
Stýrimaður á 3. stigi við handilsskipum
|
Skiparaprógv
|
|
Stýrimaður á 2. stigi
|
Skipsføraraprógv
|
| 6) |
hevur gilt avmarkað prógv sum radiopassari innan GMDSS (ROC). |
§ 5. Fyri at fáa dugnaskaparbræv í sigling við handilsskipum krevst, at avvarðandi:
| 1) |
hevur staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla og hevur 3 mánaða siglingartíð, ella |
| 2) |
hevur 12 mánaða siglingartíð. |
§ 6. Fyri at fáa vinnubræv sum stýrimaður á 2. stigi og á 3. ella 4. stigi við handilsskipum krevst, at umsøkjarin:
| 1) |
hevur staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla og síðani hevur havt 12 mánaða siglingartíð undir einari góðkendari útbúgvingarskipan, ella |
| 2) |
hevur staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla og síðani hevur havt 18 mánaða siglingartíð, ella |
| 3) |
hevur staðið endaskeið fyri skipsatstøðarar og síðani hevur havt 15 mánaða siglingartíð, ella |
| 4) |
lýkur treytirnar fyri mynstring sum fulltikin skipsatstøðari, hevur 12 mánaða siglingartíð sum skipsatstøðari og skjalprógvar at vera skikkaður til brúgvatænastu og |
| |
a) |
annaðhvørt kann prógva við góðkendari útbúgvingarbók, at útbúgvingin undir tí í nr. 1-4 nevndu siglingartíð er lokin við nøktandi úrsliti, ella |
| |
b) |
hevur havt 36 mánaða samlaða siglingartíð. |
Stk. 2. Sjófólk, ið lúka treytirnar í stk. 1, nr. 2, 3 ella 4, kunnu fáa vinnubræv sum stýrimaður á 4. stigi við handilsskipum, hóast útbúgvingin umborð ikki er skjalprógvað í útbúgvingarbók.
Stk. 3. Fyri at fáa vinnubræv sum stýrimaður á 2. stigi og á 3. stigi við handilsskipum skulu 12 mánaðir av teirri í stk. 1 kravdu siglingartíðini vera fingin við skipum, sum eru til støddar 500 bruttotons ella meira, harav skulu 6 mánaðir vera uttanfyri strandasigling.
Stk. 4. Sjófólk, ið hava staðið skipararoynd, og sum lúka kravið í stk. 3, undantikið kravið um siglingartíð uttanfyri strandasigling, kunnu fáa vinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi við handilsskipum við áriti um, at vinnubrævið bert veitir rættindi til at vera í starvi umborð á skipum í strandasigling.
§ 7. Fyri at fáa vinnubræv sum heimaskipari við handilsskipum krevst, at avvarðandi:
| 1) |
hevur gilt vinnubræv sum stýrimaður á 4. stigi við handilsskipum, |
| 2) |
er fyltur 20 ár, |
| 3) |
hevur føroyskan heimarætt og |
| 4) |
hevur 12 mánaða siglingartíð í starvi, har vinnubræv sum stýrimaður á 4. stigi við handilsskipum krevst. |
§ 8. Fyri at fáa vinnubræv sum skipari við handilsskipum krevst, at avvarðandi:
| 1) |
hevur gilt vinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi við handilsskipum, |
| 2) |
hevur heimarætt og |
| 3) |
hevur siglingartíð í starvi, har vinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi við handilsskipum krevst |
| |
a) |
í 24 mánaðir, harav 12 mánaðir sum hægsti ella einasti stýrimaður, ella |
| |
b) |
í 36 mánaðir sum stýrimaður. |
§ 9. Fyri at fáa vinnubræv sum stýrimaður á 1. stigi krevst, at avvarðandi:
| 1) |
hevur gilt vinnubræv sum stýrimaður á 2. stigi og |
| 2) |
hevur 12 mánaða siglingartíð í starvi, har vinnubræv sum stýrimaður á 2. stigi ella 3. stigi við handilsskipum krevst |
§ 10. Fyri at fáa vinnubræv sum skipsførari krevst, at avvarðandi:
| 1) |
hevur gilt vinnubræv sum stýrimaður á 1. ella 2. stigi, |
| 2) |
hevur heimarætt og |
| 3) |
hevur siglingartíð við skipi til støddar 500 bruttotons ella meiri í starvi, har vinnubræv sum stýrimaður á 2. ella 3. stigi krevst |
| |
a) |
í 24 mánaðir, harav 12 mánaðir sum hægsti ella einasti stýrimaður, ella |
| |
b) |
í 36 mánaðir sum stýrimaður. |
§ 11. 1) Í teirri í § 5, nr. 2, og § 6 kravdu siglingartíð kann íroknast dekstænasta við havskipum til støddar 20 bruttotons ella meiri, skrásett sum fiskiskip. Tó skulu 6 mánaðir av teirri í § 5, nr. 2, § 6, stk. 1, nr. 2, 3 og 4, litra b og 12 mánaðir av teirri í § 6, stk. 1, kravdu siglingartíðini vera fingin við handilsskipum.
Stk. 2. Har siglingartíð við ávísum sjóvinnubrævi er kravd, kann javnbjóðis tænasta við útlendskum skipum íroknast.
Sjóvinnubrøv til brúgvayvirmenn við fiskiskipum
§ 12. Umframt tey serligu krøv fyri at fáa vinnubræv, sum nevnd eru undir hvørjum einstøkum vinnubrævi krevst at avvarðandi:
| 1) |
hevur fingið ta kravdu siglingartíðina við havfarandi fiskiskipum í dekstænastu, sum eru til støddar 20 tons ella meiri, |
| 2) |
hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til, |
| 3) |
hevur staðið góðkenda sjónar- og hoyrnaroynd, |
| 4) |
er myndugur og ikki undir verjumáli og |
| 5) |
hevur staðið ta próvtøku ella roynd, sum krevst fyri at fáa tað ávísa vinnubrævið í seinasta lagi 5 ár undan tí degi, at vinnubrævið verður útskrivað soleiðis: |
|
Dugnaskaparbræv í sigling við fiskiskipum
|
Dugnaskaparroynd í sigling
|
|
Stýrimaður á 4. stigi við fiskiskipum
|
Heimaskiparaprógv
|
|
Stýrimaður á 3. stigi við fiskiskipum
|
Skiparaprógv
|
§ 13. Fyri at fáa dugnaskaparbræv í sigling við fiskiskipum krevst, at avvarðandi:
| 1) |
hevur staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla og hevur 3 mánaða siglingartíð, ella hevur 12 mánaða siglingartíð, |
| 2) |
hevur gilt avmarkað prógv sum radiopassari innan GMDSS (ROC) ella VHF-prógv, |
| 3) |
er fyltur 18 ár og |
| 4) |
hevur heimarætt. |
§ 14. Fyri at fáa vinnubræv sum stýrimaður á 3. ella 4. stigi við fiskiskipum krevst, at avvarðandi:
| 1) |
hevur staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla og síðani hevur fingið 12 mánað siglingartíð, ella |
| 2) |
hevur 24 mánaða siglingartíð og |
| 3) |
hevur gilt avmarkað prógv sum radiopassari innan GMDSS (ROC). |
§ 15. Fyri at fáa vinnubræv sum heimaskipari við fiskiskipum krevst, at avvarðandi:
| 1) |
hevur gilt vinnubræv sum stýrimaður á 4. stigi við fiskiskipum, |
| 2) |
hevur heimarætt, |
| 3) |
hevur 12 mánaða siglingartíð í starvi, har vinnubræv sum stýrimaður á 4. stigi við fiskiskipum ella dugnaskaparbræv í sigling við fiskiskipum krevst og |
| 4) |
hevur gilt avmarkað prógv sum radiopassari innan GMDSS (ROC). |
§ 16. Fyri at fáa vinnubræv sum skipari við fiskiskipum krevst, at avvarðandi:
| 1) |
hevur gilt vinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi við fiskiskipum, |
| 2) |
hevur heimarætt |
| 3) |
hevur 12 mánaða siglingartíð í starvi, har vinnubræv sum stýrimaður á 3. ella 4. við fiskiskipum stigi krevst og |
| 4) |
hevur gilt avmarkað prógv sum radiopassari innan GMDSS (ROC). |
§ 17. Í ta í § 14 kravdu siglingartíð kann íroknast dekstænasta við havskipum til støddar 20 bruttotons ella meiri, hóast tey ikki eru skrásett sum fiskiskip. Tó skulu 6 mánaðir av teirri kravdu siglingartíðini vera fingin við fiskiskipum.
|
|