|
Tað er ein gleði fyri meg at fáa hetta høvið, sum borgarstjóri her í kommununi, vegna býráðið at bera fram eina heilsan, bæði til skúlan, leiðsluna og lærararnar her og til tykkum, sum í dag fáa handað prógv.
Tað er hugaligt at frætta, at undirtøkan er góð fyri teimum útbúgvingum, sum her verða bjóðaðar. Vónandi fer henda góða gongd at halda fram, tí sum kunnugt hevur tað stóran týdning fyri samfelag okkara at hava fólk við góðari útbúgving og førleikum – ikki minst innan okkara høvuðsvinnu og sjóvinnu sum heild.
Fyri lokalsamfelagið her, sum í stóran mun byggir sína inntøku á sjóvinnu, hevur Klaksvíkar Sjómansskúli sera stóran týdning, og skúlin hoyrir nátúrliga heima í hesum umhvørvinum.
Vit hava sæð ígjøgnum tíðirnar, um vit fara aftur í 30’ini, 40’ini og 50’ini, tá var stór tilflyting til Klaksvíkar, bæði frá bygdunum í Norðoyggjum, men eisini úr øðrum økjum í landinum.
Hetta skapti stóran framburð í Klaksvík bæði menniskjaliga og innan vinnuna. Tað at hava ein skúla sum henda, har næmingar koma úr øllum Føroyum, ger at vit í býnum gerast ríkari, bæði við initiativum og hugskotum. Har man kann siga at vit fáa tilført nýggjar hugsanir til økið. Eg vóni at tit sum koma aðrastaðni frá, hava havt eina góða tíð her í Klaksvík og at bæði næmingar her úr býnum og tit aðrastaðni frá hava noti gott av at kenna hvønn annan.
Mær er sagt – og eg havi higartil einki sæð, sum bendir á nakað annað enn tað – at eingin av teimum skúlum, sum eru her í lokaløkinum, er lagdur her av landsmyndugleikanum.
Nei, allir skúlarnir her í økinum eru stovnaðir og bygdir upp av einum lokalum initiativi, framt av góðum fólki her á staðnum.
Her er Klaksvíkar Sjómansskúli als einki undantak. Tvørturímóti er hann eitt sera gott dømi um júst hetta, at lokalar kreftir skaptu og bygdu skúlan til tað, hann er í dag.
Í 50-ára minnisritinum fyri Klaksvíkar Sjómans-skúla, sum varð givið út í 1997, verður høvuðs-stigtakarin, Fischer Heinesen, siteraður, at “av og á høvdu menn tosað um at seta á stovn ein sjómansskúla, og í 1946 vendu fleiri sær til mín um at vera við til at fáa hetta í lag, og tað kendist, sum um bygdarfólkið longdist eftir einum tílíkum skúla”.
Víðari greiðir hann frá, at skipað varð fyri innsavning av stuðli til skúlan, og undirtøkan var sera góð frá fleiri fyritøkum. Hetta ber boð um eitt sterkt samanhald um visjónina at stovna hendan skúlan: Klaksvíkar Sjómansskúla.
Í minningarritinum verður eisini staðfest av Klaksvíkar Sjómansskúla, at “sóknarstýrið vísti málinum vælvild frá byrjanini av og lat okkum fáa høli, ljós og hita ókeypis í kommunuskúlanum”, og víðari skrivar Fischer soleiðis: “Lat tað verða sagt beinanvegin: Sóknarstýrið hevur øll árini víst okkum stóra vælvild”.
Hesar søguligu staðfestingar geva mær eina góða kenslu her í dag at fáa høvi, sum borgarstjóri, umboðandi kommununa, at verða við til hesa hátíðarløtu saman við tykkum.
- - -
Eisini í nýggjari tíð hevur gott og framrættað samstarv verið millum kommununa og skúlan. Til dømis var tað Klaksvíkar Sjómansskúli, sum bygdi upp trygdarskeiðið fyri føroyskar sjómenn, og eftir eina uppbyggingartíð, sum vardi umleið 10 ár, byrjaði landsmyndugleikin at vísa hesum skeiði áhuga, og ætlanir vórðu lagdar at flyta hetta frá Klaksvíkar Sjómansskúla og úr býnum, her tað var bygt upp og fungeraði væl.
Tá ið hesar ætlanir komu fram, tóku skúlin her og kommunan saman lógvatak við tí endamáli at varðveita trygdarskeiðið her. Tað var eitt stríð, sum kravdi bæði orku, tíð og pening hjá øllum pørtum, men tað eydnaðist, og hetta var upprunin til Trygdarmiðstøðina fyri Føroyskar Sjómenn, sum varð sett á stovn í 1999 og enn í dag hevur heimstað sín her í Klaksvík.
Vit kunnu sostatt siga, at Trygdarmiðstøðin er eitt barn hjá Klaksvíkar Sjómansskúla, tí einki hevði verðið av tí uttan tað initiativ, sum tit her á skúlanum tóku við at byrja og menna tað skeiðið.
Soleiðis eru fortreytirnar tíverri mangan her í lokalsamfelagnum, at tú mást berjast fyri at varðveita sjálvt tað, sum tú sjálvur hevur bygt upp, men samstundis skulu vit ikki gloyma at fegnast um nádd úrslit og vunnar sigrar.
- - -
Eitt av orðtøkum Sálomons sigur, at “ídni er menniskjanum dýrabarur skattur”, og eg vil siga, at søgan hjá Klaksvíkar Sjómansskúla ber boð um eitt ídni og ein óbendandi vilja at fáa tingini at fungera.
Ein fyrrverandi næmingur, sum gekk her á skúlanum í 60unum fortaldi, at ta einu tíðina helt skúlin til á ikki færri enn trimum ymiskum støðum, og flokkar skiftust tá eisini um stovur, soleiðis at onkrir fingu undirvísing summi kvøld frá kl. 16 seinnapartin og til kl. 22 á kvøldi.
Soleiðis er tað ikki longur, tíbetur, tí ein partur av menningini er eisini at hava góðar umstøður og karmar um ein skúla sum hendan.
- - -
Í dag fáa 9 skiparar, 14 í sjóvinnuflokkinum og 9 kokkar prógv, og vil eg ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku við próvnum og bestu eydnu, nú tit fara víðari – onkur kanska víðari í skúla, og onnur út í arbeiðslívið aftur.
Við tí útbúgving, tit her hava fingið, hava tit lagt eitt gott grundarlag, sum tit kunnu byggja víðari á.
Sum siglandi tjóð tørvar føroyska samfelagnum tykkum og tykkara førleikar. Tit eru tað ríkasta og besta tilfeingi, sum vit eiga. Eitt dugnaligt og útbúgvið fólk, sum kann skapa nýggj og økt virðir til land og fólk.
Eg hoyrdi um ein mann, sum var nakað tilkomin, tá ið hann fekk prógv her á skúlanum. Viðkomandi, sum ikki er millum okkara longur, var eitt kent andlit innan fiskarí, men tað kundi kanska gingið eitt sindur betur við støðumetinum. Men hann kláraði tað, og tá ið teir so fingu prógv handað – sum tit fáa í dag – segði hann nakað soleiðis: “Tað kann væl vera, at tit hava flottari pappír enn eg, men tað spyr fiskurin ikki eftir!” J
Í dag fáa tit prógv um, at tit hava nátt tí úrsliti, sum tit settu tykkum fyri – hjartaliga tillukku við tí – og eg vóni og ynski tykkum somuleiðis alla eydnu víðari á lívs- og yrkisleið tykkara.
At enda vil eg nýta hetta høvið at takka tykkum her á Klaksvíkar Sjómansskúla, bæði leiðslu og starvsfólki, fyri tykkara góða arbeiði og ynskja tykkum framhaldandi blíðan byr.
Takk fyri.
|