Skipari:

Næsta Skiparaskeið byrjar í januar 2013

Meld til við at trýsta her

Útbúgvingin gevur rætt til:
At vera stýrimaður og skipari á øllum støddum av fiskiskipum. Eisini gevur skiparaprógv rætt til at vera stýrimaður ella skipari á handilsskipum upp til 3000 BT.

Tíðarskeið:
Skiparaútbúgvingin tekur hálvtannað ár.

Treytirnar fyri upptøku eru:

12 mánaða samlaða siglingartíð við skipum yvir 20 BT. 3 mánaðir av hesum við fiskiskipum yvir 20 BT.
Harafturat krevst góðkend sjón- og hoyrnarroynd, sum er yngri enn 3 ár, og fráfaringarroynd fólkaskúlans ella líknandi.
Hevur tú tikið sjóvinnuskúlan, so gevur tað 9 mánaða siglingstíð.
Krøvini til at fáa vinnubræv síggja tit  við at trýsta her

 

Framhaldandi lestur:
Eftir lokna skiparaútbúgving kan haldast fram at lesa til skipsførara, íð tekur halvtannað ár.


Klaksvíkar Sjómansskúli - Garðavegur 11 - FO-700 Klaksvík - Tel. 456128 - fax. 457917
Design: cre8